Føroya Húsabjálving

Fjarlestrardepilin bjóðar út fyrstu útbúgvingarnar

Fjarlestur

Lærara, námfrøðing, sosial ráðgeva, sjúkrarøktafrøðing, ergoterapeut og fysioterapeaut eru nakrar av útbúgvingunum, sum Fjarlestrardepilin í Vági nú bjóðar út.

Í januar setti Vágs kommuna á stovn Fjarlestrardepilin og nú verða fyrstu útbúgvingarnar bjóðaðar út umvegis Fjarlestrardepilin.

Síðan januar hevur verið arbeitt miðvíst við at skipa virksemi kring Fjarlestrardepilin, og er hetta arbeiðið nú komið somikið áleiðis, at fyrstu útbúgvingarnarn kunnu bjóðast út.

Í hesum fyrsta umfarinum eru talan um 12 útbúgvingar á 17 útbúgvingarstøðum í Danmark og Svøríki. Til dømis fevnar útbúgvingarnar um lærara, námfrøðing, sosial ráðgeva, sjúkrarøktafrøðing, ergoterapeut og fysioterapeaut. Allar útbúgvingarnar eru at finna á nýggju heimasíðuni hjá Fjarlestrardeplinum www.fjarlestur.fo

Komandi vikurnar verða fleiri útbúgvingar lagdar út á heimasíðuna. Heitt verður tó eisini á fólk, sum ælta undir útbúgving umvegis fjarlestur, um at seta seg í samband við Fjarlestrardepilin við spurningum og fyrispurningum um útbúgvingar – og verður so roynt at hjálpa til at finna hesar útbúgvingar.

Umframt heilar útbúgvingar, so fer Fjarlestrardepilin eisini at bjóða út stakskeið, sum eru umvegis fjarlestur, soleiðis at fólk umvegis Fjarlestrardepilin kunnu taka ískoytisútbúgving / ískoytisskeið, skeið sum leggja afturat verandi útbúgving, og uppskúlingar-skeið.

Um Fjarlestrardepilin
Virksemi hjá Fjarlestrardepilinum fevnir um at knýta sambond millum fjarlesandi í Suðuroynni og útbúgvingarstað.

Á Fjarlestrardeplinum eru hølisviðurskifti við neyðugum amboðum til fjarlesandi, soleiðis at fjarlesandi kunnu:
• fylgja fyrilestrum / undirvísing umvegis internetið
• taka lut í skeiðum, sum Fjarlestrardepilin skipar
• fáa leiðbeining í smb. við útbúgvingina
• lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólkaarbeiði saman við øðrum fjarlesandi

Hesin parturin av virkseminum hjá Fjarlestrardeplinum byrjar við lestrarbyrjan eftir summarfrítíðina.

 

Kelda: www.vagur.fo 



Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo