Pállán 09-2014

Bill Mcleod Jacobsen fyribilssettur venjari

Bill Mcleod Jacobsen

Tað verður U21-landsliðsvenjarin, Bill Mcleod Jacobsen, sum næstu 2 vikurnar skal standa á odda fyri Effodeildarliðnum hjá TB.

 

 

Hans Fróði Hansen og Tvøroyrar Bóltfelag samdust í dag um, at Hans Fróði Hansen skuldi gevast sum høvuðsvenjari hjá TB.

Tvøroyrar Bóltfelag váttar, at tað verður Bill Mcleod Jacobsen, sum skal loysa Hans Fróða Hansen av næstu 2 vikurnar.

Tvøroyrar Bóltfelag váttar eisini, at teir eru í samráðingum við venjara, sum skal taka yvir aftur um 14 dagar.

-Hesar samráðingar eru ikki komnar upp á pláss enn, og fyrr enn alt er heilt klárt, kunngera vit ikki navnið á nýggja TB-venjaranum, sigur André Dalfoss, formaður í TB.

Roknað verður við, at navnið á nýggja venjaranum verður kunngjørt einaferð seinni í dag.

 



Veitst tú okkurt áhugavert í Suðuroynni, boða okkum frá á webmaster@sudurras.fo