Pállán 09-2014

24. september, 2012

Gloymd klæði

Gloymd klæði

Møguleiki verður næstu dagarnar at heinta gloymd klæði í ítróttarhøllini í Trongisvági.
 

Klæðini eru løgd fram í forhøllini í ítróttarhøllini, og frá í morgin, týsdagin, og til tórsdagin í næstu viku kunnu fólk koma framvið eftir klæðum, sum eru gloymd í høllini.
Klæði, sum ikki eru heintaði tórsdagin í næstu viku, verða latin hjálparfelagsskapi, ið savnar inn klæði at [...]

Jupiter 1100 tons

Jupiter

Kl. 03 í nátt kemur Jupiter inn á Tvøroyri við 1100 tonsum til Varðan Pelagic.
 

Jupiter hevur partrolað við Vesturvón eysturi móti markinum til ES sjógv. Hetta skrivar Eysturportalur í kvøld.
Jupiter hevur umleið 1000 tons av makreli og 100 tons av sild.

Lutaseðlarnir hjá Tvøroyrar Bóltfelag.(Rætting)

TB1

Drátturin av lutaseðlunum hjá Tvøroyrar Bóltfelag útsettur.
 

 
Tvøroyrar Bóltfelag ger vart við,at drátturin av seldu lutaseðlunum er útsettur til mánadagin 1. oktober 2012

Hvat sker í U-16 kappingin hjá dreingjum?

U-16 FC Suðuroy

U-16 kappingin hjá dreingjum er seinastu vikurnar vorðin alsamt “løgnari”. Fyrst møtir KÍ ikki upp til dyst í Vági. So noktar B36 egnum dreingjum at spæla ímóti NSÍ í Havn, ein dystur sum hevur stóran týdning fyri toppstríðið. Spurningurin er hvat FSF heldur um hetta?

Sunnudagin skrivaði Suðuroyarportalurin um at dysturin í U-16 í fótbólti millum [...]

Kommunuval 2012

Valkort

Við heimild í § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur verður kunngjørt, at kommunuval verður týsdagin tann 13. november 2012.

Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, ið mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 týsdagin tann 23. oktober 2012.
Frá Innlendismálaráðnum
 

Vigerd Vestergaard og Sigbjørn Ellingsgaard vunnu 6 umfar í sjavs

Sjavs2012-13-6umfar

6. umfar í sjavs var í VB-húsinum tórskvøldið. 13 pør vóru til kappingina, sum Vigerd Vestergaard og Sigbjørn Ellinsgaard vunnu.

Hesaferð var ikki býtt uppí bólkar. Spælt varð á sama hátt sum í 3. umfar, tvs. øll 13 pørini spældu í einum bólki, øll ímóti øllum, 12 krossar hvør.
Kappingin bleiv sera spennandi hettar kvøldið. Øll pørini [...]

Bingo í Bygdahúsinum í Lopra

[ 25. september 2012; 19:00; ] Bingo verður í Bygdarhúsinum í Lopra týsdagin tann 25. sept. kl. 19

Áhugafelagið Kirrivík

Árliga heystkappingin í sjavs verður 3. november

Sjavs VB-husid 2011

Leygardagin 3. november verður árliga heystkappingin í sjavs í VB-húsinum.
 

Tað eru Páll Lervig og Torgerð í Lágabø, sum skipa fyri heyst-sjavs-kappingini, sum í ár verður hendan fyrsta leygardagin í november (3. november).
Lýst verður nærri seinni um tilmelding og hvat klokkan byrjað verður.
 
 

Granskingardepilin tryggjar ein virknan og livandi útjaðara í Norðuratlantshavi

Craft International Sept 2012 Island (2)

Fyri viku síðan var fundur í Íslandi, har Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari fyri verkætlanina Craft International luttók. Málið við fundinum var at finna ein leist, ið kann tryggja, at verkætlanin Craft International, kann halda fram eftir at verkætlanartíðarskeiðið er runnið.

Tað er ein royndur lutur, at nógvar granskingarverkætlanir enda í skuffuni, tá tær eru lidnar. Talan er [...]

HB vann uppiborið á Eiðinum

2011-04-FCS-HB_DavidAsare

FC Suðuroy tók seinnapartin í gjár ímóti HB. Dysturin endaði við 4-0 sigri til HB og var sigurin greitt uppiborin.

HB legði frá byrjan stórt trýst á FC Suðuroy. Og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var HB á odda 2-0. Hendan støðan helt sær eisini til hálvleiks. Í seinna hálvleiki fekk HB 2 mál afturat og [...]

FC Suðuroy vann – U-16 farcan heldur áfram (Dagført)

FC Suðuroy U16

Í gjár vann U-16 liðið hjá FC Suðuroy ein greiðan 8-1 sigur á Víkingi. Hitt oddaliðið, NSÍ, vann uttan dyst ímóti B36 í Havn.
(Dagført við viðmerking frá B36 – niðast)
 

Orsøkin til at NSÍ vann uttan dyst var heldur annarleiðis, enn orsøkirnar vit vanliga hoyra um. Jú, millum tey gott og væl 18.000 fólkini í Havn [...]

Flogbóltur í Vágs Høll í kvøld

Takkað verið ótroyttiligum og miðvísum ungdómsarbeiði, síggja vit hvussu ungdómurin mennist og styrkist. TB Flogbóltur ger sannuliga eitt megnar arbeiði (Myndasavn)

Í kvøld, mánakvøld, kl. 20.00 er flogbóltur í Vágs Høll.
 

Tað eru Old girls sum skipa fyri, men øll eru vælkomin, bæði kvinnur og menn.
 

Vágs Pensjónistafelag hevur fund í húsinum hjá Matmøðrafelagnum

[ 24. september 2012; 19:00; ] Vágs Pensjónistafelag hevur fund í húsinum hjá Matmøðrafelagnum kl. 19.00

Vágs Pensjónistafelag

Skótarnir hava bingo í VB-húsinum

[ 24. september 2012; 19:00 to 23:00. ] Skótarnir hava bingo í VB-húsinum mánakvøldið 24. sept. kl 19.00

Skótaliðið Royndin í Vági